Beyoncé gevst sum poppsangari

Í einari nýggjari samrøðu í Marie Claire fer Beyoncé Knowles at sjokera fjepparar sínar, tá ið hon fer at greiða frá, at hon er liðug sum poppstjørna.

Í samrøðuni sigur Beyoncé frá, at hon er troytt av bert at verða sædd sum ein lekkur genta og ikki serliga nógv annað. Hon vil meira og hon følir, at tað er neyðugt at royna nakað hægri.

 

- Man fær nakrar tankar, har tað at vera poppstjørna als ikki er nóg mikið, sigur hon. Hon følir nevniliga eina sterka trongd til at verða ?ein legenda ? eitt ikon?.

 

Fyrrverandi Destiny?s Child-stjørnan væntar, at nýggi leiklutur hennara sum jazzsongkvinnan Etta James í nýggja filminum ?Cadillac Records? fer at verða eitt broyta nakað fyri hana og vísa, at hon hevur fleiri talentir enn tey, heimurin higartil hevur sæð.

 

Enn er ikki greitt, nær hesin filmurin verður frumframsýndur.