Beyoncé broytir navn

Songkvinnan Beyoncé broytir á komandi fløgu navn sítt til Sasha Fierce.

Sjálv sigur Beyoncé um hetta:

 

- Eg havi ein annan, sum tekur yvir, tá ið eg skal arbeiða og tá ið eg eri á pallinum; eitt alter ego, sum eg havi skapt fyri at verja meg sjálva og tann, sum eg í veruleikanum eri. Sasha Fierce er tann stuttliga, sensuella, agressiva og tann glamorøsa síðan av mær, sum kemur fram, tá ið eg arbeiði.

 

Tað er vanligt, at rithøvundar geva út bøkur undir synonymi ? sum t.d. tað mótsatta kyni og tað er ei heldur fyrstu ferð í tónleikasøguni, at kendir sangarir broyta navn.