Beyð sær til at finna Osama bin Laden

Mehmet Ali Agca, sum royndi at beina fyri Jóhannesi Páll páva, var til reiðar at finna bin Laden, um hann slapp leysur afturfyri.

Í síðstu viku varð Mehmet Ali Agca latin leysur, eftir at hann hevði sitið 25 ár í fongsli fyri at hava roynt at myrða fyrrverandi pávan Jóhannes Páll Annan á Pæturstorginum í Rom í 1981.

Nú avdúkar turkiska blaðið Hurriyet, at Mehmet Ali Agca beyð sær til at finna yvirgangsleiðaran Osama bin Laden fyri góðum fimm árum síðani, um hann kundi sleppa úr fongslinum afturfyri. Í einum hondskrivaðum brævi til turkisku fregnartænastuna, sum er dagfest tann 1. september í 2000, sigur Ali Agca seg vera sinnaðan at fara til Afghanistan og at koma sær upp í yvirgangsfelagsskapin al-Qaeda, so hann kann fáa fatur á bin Laden.

-Eg eri til reiðar at átaka mær hesa søguligu uppgávuna, sjálvt um tað skal kosta mær lívið. Kann eg gerast hetja í USA, hevði tað tænt turkiska fólkinum og Turkalandi, skrivar hann í brævinum. Við hesum seinasta sipar hann til, at nógvir turkar vóru í øðini inn á hann, tá hann royndi at beina fyri pávanum, tí teir hildu hann hava vanærað turkar og Turkaland.

Hurriyet vil ikki siga, hvussu tað hevur fingið fatur á brævinum hjá Mehmet Ali Agca.

USA hevur lovað 25 milliónir dollarar í finningarløn, verður bin Laden funnin, men enn hevur eingin avdúkað, hvar hann fjalir seg.