Eitt sterkt lágtrýst vestan fyri Írland flytur seg spakuliga norðureftir, og eitt tilhoyrandi brúgvalag við regni flytur seg móti Føroyum frá suðri. Í næsti viku flytur lágtrýstið seg vestur um Føroyar og víðari til Íslands. Seinni um vikuna kemur enn eitt lágtrýst, ið flytur seg norðureftir eysturum Føroyar.
Veðrið til mikumorgunin:
Andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 metrar um sekundið, í støðum upp til hvassan vind, 15 metrar um sekundið frá eystri. Yvirskýggjað við regn. Í nátt minkar vindurin til gul til stívt andøvsgul frá eystri og landsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Framhaldandi yvirskýggjað við regn. Týsdagin gul til stívt andøvsgul frá landsynningi. Mest támut og í stundum regn, hitin liggur millum 10 og 13 stig.
Mikudag:
Andøvsgul upp í ein strúk frá suðri og landsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið, sum um kvøldið minkar til gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið, og um náttina minkar til lot til andøvsgul, 3 til 8 metrar um sekundið. Mest támut og regn ella ælaveður. Hitin liggur millum 10 og 13 stig.
Hósdag:
Lot til andøvsgul, mest frá vestri og útsynningi, 3 til 8 metrar um sekundið. Fyrst támut og í stundum regn, seinni lýsir tað í og turt. Hitin millum 8 og 12 stig.
Fríggjadag:
Lot til andøvsgul frá útsynningi, 3 til 8 metrar um sekundið. Sindur av sól og mest turt, hitin millum 8 og 12 stig.