Jan Christiansen, borarstjóri
Nú býráðsvalið nærkast, verða alt fleiri og fleiri valgreinar í bløðunum. Tey nógvu valevnini bjóða seg fram, við at lova eittvørt, um tey ella teirra flokkur verður valdur.
Men tað sker ein í eyguni, at býráðslimirnir í Tórshavn, ið umboða minnilutan, eru sera negativir og mest sum bert finnast at. Eg hadi, at tað má vera maktarloysi, tí veljarin ynskir vælsaktans positivar og konstruktivar býráðs-limir, heldur enn nakrar, ið minna um grátandi barnakonur.
Ferðin hevur verið stór, men..
Nógv er gjørt seinatu árini í Tórshavnar Kommunu. Onkur heldur at ferðin hevur verið í so stór, men tá hugsa verður um, at tað, ið gjørt er, er goldið, og har-aftur at øll skuldin hjá kommununi er fyribeind, so ger tað minni um ferðin er í meira lagi.
Fyri at tríva í nakað av tí í gjørt er, kann nevnast:
?Skuldin niðurgoldin
?Barnaansing til øll børn
?Hægsta barnafrádrátt í Landinum
?Fleiri heim til tey gomlu
?Útstykkingar til 590 bústaðir
?34 nýggj vinnustykki
?2 nýggjar ítróttarhøllir
?Skateboard park
?4 smærri graslíkisvøllir
?Rein Havnarvág
?Nýtt endurnýtslupláss
?Fleiri vegagerðir
?Fleiri rundkoyringar
?180 nýggj parkeringspláss
?Bátahylurin á Signabø
?Bátahylurin á Argjum
?Skúlabygging og ábøtur
Ein kundi nevnt so nógv annað, ið er gjørt í hesum valskeiði, so hví ikki glaðast um tað, ið gjørt er, heldur enn at grenja av berum máttloysi.