Amerikanska sangkvinnan Betty Davis er deyð.
Hon gjørdist kend í sjeytiárunum. Kend var hon fyri sín funk tónleik, ið kundi vera erotiskur og avbjóðandi.
3 av útgávum hennara, ið komu fyrst í sjeytiárunum, hava givið m.ø. Prince, Madonnu og Grace Jones íblástur, sigst.
Betty Davis skrivaði og framleiddi sjálv tað mesta av sínum tilfari, og var hetta heldur sjáldsamt tá í tíðini.
Hon var model í sekstiárunum, og tá hitti hon jazztónleikaran Miles Davis, og tey giftust seinni, í 1968, men hetta helt bert í eitt ár. Hon megnaði tó at ávirka trompetspælið hjá Miles Davis við m.a. at vísa honum á Jimi Hendrix og Sly Stone.
Betty Davis hvarv síðst í sjeytiárunum av altjóða tónleikapallinum.
Hon andaðist mikudagin av náttúrligum orsøkum, og gjørdist 77 ára gomul.