Bettini endurvann HM

Nógv tos hevur síðstu tíðina verið um heimsmeistaran í súkkling, Paulo Bettini, av tí at hesin ikki hevur viljað undirskrivað antidopingavtaluna hjá UCI.

Fyrireikararnir royndu at útihýsa Bettini frá at luttaka í heimsmeistarakappingini í Stuttgart sunnudagin, men hetta eydnaðist teimum ikki. Tí hevur tað helst follið teimum í ringa jørð, at júst italiumaðurin, Peulo Bettini, skuldi endurvinna heimsmeistaraheitið. Bettini var nógv sterkastur í spurtinum, har russiski súkklarin hjá danska Team CSC, Alexandr Kolobnev, endaði á øðrum plássi. Týski Stefan Schumacher endaði nummar trý.