Betrideildin: Veddingarfyritøkurnar hava fýra greiðar favorittar

Tað er bara í dystinum millum B68 og EB/Streym á Svangaskarði, at altjóða veddingarfyritøkur ikki hava ein greiðan favoritt

Savnsmynd

Seinnapartin sunnudagin verður fult umfar í Betrideildini hjá monnum:

 

Klokkan 15: 

 

TB-07 Vestur (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)

 

HB-ÍF

 

KÍ-Víkingur (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)

 

AB-B36 

 

Klokkan 16:

 

B68-EB/Streymur

 

Altjóða veddingarfyritøkurnar hava hesaferð fýra greiðar favorittar. Hesaferð er tað bara í dystinum á Svangaskarði millum B68 og EB/Streym, at favorittstøðan ikki er so greið. 

 

Miðaloddsini upp á sigur til B68 eru 1,87, meðan miðaloddsini upp á sigur til EB/Streym eru 3,42:

 

##med2##

 

Tá ein hugsar um, at Víkingur knógvaði KÍ í steypafinaluni í fjør, og spældi upp við teir í landskappingini, so má staðfestast, at KÍ eru rættiliga stórir favorittar í heimadystinum móti Víkingi.

 

Miðaloddsini upp á sigur til KÍ eru bara 1,40, meðan miðaloddsini upp á sigur til Víking eru 6,04:

##med3##

 

Havandi í huga, at KÍ hevði tungt hoyggj við AB úti á Argjum farna mikukvøld, og tá ein veit, at B36 søguliga ofta hevur tað torført móti AB úti á Argjum, so má B36 sigast at vera merkiliga stórur favorittur hjá veddingarfyritøkunum.

 

Miðaloddsini upp á útisigur til B36 eru bara 1,36. Miðaloddsini upp á heimasigur til AB eru so høg sum 6,47:

 

##med4##

 

Tað er eisini løgið, tá ein hugsar um framúr góða javnleikin TB fekk móti HB við Stórá í Trongisvági farna mikukvøld, at veddingarfyritøkurnar hava eina so greiða favorittstøðu til 07 Vestur. 

 

Miðaloddsini upp á útisigur til 07 Vestur eru 1,40, meðan miðaloddsini upp á heimasigur til TB eru rættiliga høg í mun til góðu avrikini hjá TB tveir teir undanfarnu dystirnar. Miðaloddsini upp á TB-sigur eru 5,93:

##med5##

 

HB er saman við B36 størsti favoritturin hjá veddingarfyritøkunum hetta umfarið. Miðaloddsini upp á HB-sigur móti ÍF í Gundadali eru 1,36. Miðaloddsini upp á sigur til ÍF eru 6,28:

 

##med6##

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Savnsmynd