Betri vónir enn áður

Samráðingarnar um ferðandi fiskasløgini verða tikin upp aftur í seinnu hálvu av januar.

Samráðingarnar um ferðandi fiskasløgini verða tikin upp aftur í seinnu hálvu av januar.

 

11. og 12. desember høvdu strandarlondini (Føroyar, ES, Noreg og Ísland) fund í London um fiskiskapin eftir svartkjafti í 2014. Hetta vóru framhaldandi samráðingar frá fundi í oktober. Russland luttók sum eygleiðari á fundinum.

 

Í juni 2013 sendu londini fyrispurning til ICES viðvíkjandi fyrisitingarætlanini fyri svartkjaft, men svarið frá ICES var ikki tøkt til strandarlandafundin í oktober. Av tí at svarið frá ICES kann hava avgerandi týdning fyri, hvørja støðu londini hava um heildarkvotuna fyri 2014, var avgjørt at útseta samráðingarnar til fyrru helvt av desember.

 

Strandarlondini hava nú fingið tilmælið frá ICES um møguliga endurskoðan av fyrisitingarætlanini, sum londini síðani 2008 hava havt sum grundarlag undir áseting av heildarkvotu. Tað eydnaðist tó ikki at koma til eina semju um, hvørt ætlanin skal broytast, ella um hildið skal vera fram við verandi ætlan. Tí var heldur ikki gjørligt at semjast um eina heildarkvotu fyri svartkjaftafiskiskapin í 2014.

 

Londini kunnaðu hvørt annað um, at tey fara at seta fyribilskvotu, so fiskiskapurin kann byrja eftir ársskiftið.

 

Avtalað varð at hava nýggjan fund í seinnu helvt av januar 2014.

 

- Tað er ringt at siga, hvørjar vónirnar eru fyri semju, men nakað hevur flutt seg, so útlitini eru betri enn tey vóru áður, sigur Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri.

 

Hann sigur tó, at eingin semja er fyri hvørki makrel, sild ella svartkjaft.