Betri við styttri vølli

Klokkan 16.15 verður ein longri samrøða við landsliðsvenjaran, Brian Kerr á Ràs2. Nomið verður við hópin, sum júst er úttikin til dystirnar ímóti Eysturríki og Litava. Brian Kerr nemur eisini við hví hann ynskir at fáa ein undankappingardyst á Svangaskarði.

 

Ein longri fjarstøða hjá mótstøðuliðnum frá gistingarhúsinum í Havn, serliga umhvørvið á Svangaskarði, og ein styttri vøllur eru alt avgerandi faktorar fyri ynskið hjá Brian Kerr um at sleppa at standa á odda fyri føroyska fótbóltslandsliðnum í einum heimadysti, sum verður leiktur á Svangaskarði.