Betri viðgerð fyri krabbamein

Samstarv millum donsk og ísraelsk vísindafólk kann fara at broyta viðgerðina fyri lungnakrabba í komandi árum. Granskararnir hava funnið ein nýggjan hátt at brúka strálur til at viðgera krabbamein í lungunum, so tað slepst undan teimum ringastu hjáárinunum.

Tað er rættiliga vanligt at brúka strálur at viðgera krabbamein við. Strálurnar drepa tær hættisligu krabbakyknurnar, men tíverri oyðileggur viðgerðin eisini nakrar av teimum frísku kyknunum.

Men við teirri nýggju tøknini, sum tey donsku og ísraelsku vísindafólkini hava funnið, verður ein serlig bylgjulongd brúkt til at raka krabbakyknurnar, og tað ger, at tær frísku kyknurnar fáa ikki so stóran skaða, skrivar danska kringvarpið.

Av tí at viðgerðin ikki fer so illa við teimum frísku kyknunum, ber tað til at brúka so mikið størri orku til krabbakyknurnar, og tær doyggja so mikið skjótari av viðgerðini.