Betri veðurtíðindi

DMI hevur keypt eina nýggja superteldu, so veðurforsagnirnar kunnu gerast neyvari

 

Danska veðurstovan, DMI, hevr í nógvar mátar verið álitið hjá føroyingum, tá metast skal um veðurlíkindini her á landi.

 

Ein partur av útgerðini hjá DMI er ein sonevnd supertalda, sum við ovurstórari roknimegi kann simulera, hvussu broytingar í veðurlagnum ávirka ymsa staðni kring knøttin. Slíkar superteldur skulu sjálvandi skiftast javnan, og nú hevur DMI gjørt íløgu í nýggja av slagnum.

 

Nýggja teldan ger, at roknimegin hjá veðurstovuni verður trífaldað. Teldan verður sett upp á Íslandi, har rakstrarútreiðslurnar eru munandi minni, enn tær vildu verið, um teldan stóð í Danmark. El er nevnliga nógv bíligari í Íslandi, og hartil er veðurlagið kaldari, so tørvurin á køling gerst munandi minni.