Seinnapartin í dag verður eitt gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi og eystri og ælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum sjey og tíggju stig.
Týsdagin verður eitt stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi og ælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum seks og níggju stig.
Mikudagin verður eitt lot til andøvsgul av norði, seinnapartin lot av ymsum ættum. Yvirhøvur turt og sólglottar og hitin millum fýra og sjey stig.
Kristi himmalferðardag verður eitt lot av eystr, fríggjadagin eitt lot av ymsum ættum. Yvirhøvur turt og sólglottar og hitin millum fýra og átta stig.