Betri veður í morgin

Ein hátrýstsryggur fer framvið í morgin og mánadagin. Hetta førir til eitt rák av útnyrðingi við onkrum ælum í dag, áðrenn tað í morgin og mánadagin gerst støðugari veður. Frá týsdegnum koma brúgvaløgini aftur stundum inn yvir Føroyar.

 

Veðrið í dag

Gul til stívt andøvsgul av vestri og útnyrðingi, 5 til 10 m/s, í støðum strúkur í vindi, 13 m/s. Sólglottar og okkurt æl. Um kvøldið og náttina makar hann vindin í lot til andøvsgul av vestri og útsynningi, 3 til 8 m/s. Sum frá líður skýggjað og stundum regn. Hitin millum 7 og 11 stig.

 

Sunnudagin

Lot til andøvsgul av ymsum ættum ella vestri, 3 til 8 m/s. Sólglottar, men okkurt æl, serliga fyrrapartin. Hitin millum 10 og 12 stig, um náttina millum 5 og 10 stig.

 

Mánadagin

Lot til gul av útsynningi, undir 6 m/s. Yvirhøvur turt og samdrigið. Hitin millum 10 og 13 stig, um náttina millum 7 og 11 stig.

 

Týsdagin

Lot til gul av útsynningi, undir 6 m/s, um náttina lot til andøvsgul av vestri, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur turt og samdrigið. Um kvøldið sum frá líður skýggjað og seinni regn ella ælaveður. Hitin um dagin um 11 stig, um náttina millum 7 og 10 stig.

 

Mikudagin

Gul til stívt andøvsul av vestri, 5 til 10 m/s, sum snarar í ein útsynning. Sólglottar og regn ella ælaveður. Hitin millum 8 og 13 stig.

 

Hósdagin

Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, um náttina av vestri og útnyrðingi og hann makar vindin í lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s. Samdrigið og ælaveður. Hitin millum 7 og 11 stig.