Betri umstøður til útróðurin

Eiðis Kommuna setir pláss av á havnarlagnum, sum útróðrarmenn skulu nýta bruturav

Útróður

Eiði:
Økið vestast á havnarlagnum á Eiði verður lagt av til útróðrarmenn burturav. Eitt nú at seta bingjur á, sigur Tordur Niclasen, borgarstjóri.
Tordur Niclasen sigur, at kommunan hevur gjørt av at leggja økið út móti stóra grótkastinum av til útróðarmenn at brúka til fyrstigoymslur og egningarskúrar, ella hvørjum tørvur nú er á.
?Hugsað er serliga um frystigoymslur til stamparnar ella aðrar goymslur, men eisini pláss at seta ein egningarskúr, um brúk er fyri tí, sigur Tordur Niclasen.
Roknað verður mest við, at tað verða bingjur, sum setta verða á økið, heldur enn at nýggir bygningar verða bygdir, sigur hann.
Økið er tókt, og ongar íløgur skulu gerast av kommununi annað enn at rudda tað, sum liggur har í løtuni, sigur borgarstjórin.
Hann sigur, at tað er reellur áhugi millum útróðrarmenn at sleppa at brúka økið, og kommunan hevur fingið nakrar umsóknir.
Annars verður eisini arbeitt dúgliga í syðra enda á havnini, har gjørt veðrur klárt at byggja virkið, sum skal taka sær av eitt nú sjúkum fiskalógvi. Undirlagið er víðkað, og grótkastið er flutt longur suður, soleiðis at pláss verður at seta ein bygning á økið.