Betri umstøður til støk foreldur

Nú skal tað vera lættari hjá støkum foreldrum at fáa frípláss á dagstovni til børnini, og samstundis skulu støk foreldur ikki revsast fyri at fáa hægri løn.

Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum.

Saman við kommununum fer hon nú at endurskoða skipanina við fríplássi á dagstovnum.

Eitt av tilmælunum í heildarætlanini fólkavøkstur er at broyta skipanina við fíggjarligum fríplássi soleiðis, at stakir uppihaldarar ikki verða revsaðir fyri at fáa hægri løn.

Skipanin við fríplássi er serliga ætlað støkum við børnum.

Hon virkar soleiðis, at eitt húski, har inntøkan er lægri enn 240.000 krónur um árið, fær fult frípláss á dagstovnum.

Men er inntøkan hægri enn 284.000 krónur um árið, skal fult gjald rindast fyri at hava barnið á dagstovni.

Sostatt kann ein lítil lønarhækking hava við sær, at eitt húski fer frá at hava frípláss til at rinda fult gjald.

Tí kann ein lønarhækking í veruleikanum merkja, at eitt húski hevur færri pengar til taks.

Eitt dømi er ein stakur námsfrøðingur við tveimum smábørnum og sum arbeiðir 30 tímar um vikuna, men sum fær møguleikan at fara upp í fulla tíð.

- Hóast inntøkan hjá húskinum hækkar slakar 4.000 krónur um mánaðin, fer tøka inntøkan í hesum føri at minka 500 krónur um mánaðin, tí fríplássini rúka.

Annika Olsen heldur, at spennið frá at hava frípláss til at rinda fult gjald, er alt ov stutt og tað hevur óhepnar avleiðingar.

- Tað kann ikki vera meiningin, at støk við børnum skulu noyðast at lata vera at taka við einum betri løntum starvi av fíggjarligum ávum.

Annika Olsen staðfestir, at tað eru kommunurnar ið umsita og bera kostnaðin av skipanini við fríplássum og tí skulu broytingar gerast í einum tøttum samstarvi við kommunurnar.

Landsstýriskvinnan hevur í dag reist málið á fundi við kommunufeløgini og nú verður spurningurin lýstur gjøllari, áðrenn ein endurskoðað skipan verður sett í verk, sigur hon.