Betri umstøður til kamping á Toftum

Bátafelagið á Toftum spílar seg út, nú ársins fyrsti bátafestivalur, sum verður næsta vikuskiftið, nærkast.

Umstøðurnar til bátar eru av teimum bestu, ið hugsast kunnu, og nú verða eisini umstøðurnar hjá teimum, sum koma í kamping-ella húsvogni, gjørdar munandi betri, enn tær hava verið frammanundan.

Í ár verður kampingøkið á havnalagnum millum hallirnar hjá Snodd og Halduri Vang. Pláss verður fyri umleið 30 vognum ella bilum, og økið kann víðkast til umleið 40 vognar og bilar, um áhugin verður stórur. Haraftrat verður økið væl innigyrt.

- Fyri at skipa kampingøkið so væl sum gjørligt, er neyðugt at vita, hvussu nógvir vognar koma, hvør støddin á vognunum er, og um ætlanin er at seta fortjald upp.

Seinasta freist at melda seg til kampingpláss í sambandi við bátafestivalin er týsdagin 30. apríl klokkan 20.

Bátafelagið hevur ásett kostnaðin at vera 100 krónur fyri hvønn vogn um samdøgnið, og tá er el til ljós íroknað prísinum.

Tilmelding fer fram við at skriva til kissme@post.olivant.fo - ella við at ringja á tlf. 254321.

- Vit vóna, at nógv fólk fara at leita sær til Toftir í kampingvogni og húsvogni, nú ársins fyrsti bátafestivalur verður, sigur felagið.

Tilmelding av bátum verður at senda til haldorgaa@yahoo.dk - ella við at ringja á tlf. 747760 - og tilmeldingargjaldið er 200 krónur fyri hvønn bát.