Betri umstøður til ferðandi í Føroyum

Umstøðurnar hjá ferðandi í Føroyum skulu betrast ljódar tad frá ferdavinnuni. Eitt av stiginum er at fáa m.a. betri nátthús. Hósdagin fekk Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, handad eitt uppskot frá stjóranum á ferðaráðnum

 

Hósdagin í farnu viku fekk Bjarni Djurholm, landsstyrismadur í vinnumálum, handad eitt uppskot frá stjóranum á ferdarádnum. Uppskotid snyr seg um skelting, nátt-tvátthús Dvalavíkar og Tjalding. Hesi gódu heiti siga kanska ikki so nógv í sær sjálvum, men úrslitid er eitt umfatandi arbeidid, sum nágreiniliga vidgerd hesi vidurskifti innan ferdavinnuna.

 

Tórálvur Weihe, arkitektur hevur stadid fyri arbeidinum. Á tídindafundinum hósdagin fekk Bjarni Djurholm, landsstyrismadur, handad lidna uppskotid, og eisini vóru dømi um nátthús tikin fram, eins og greitt vard frá um ymisku skeltinum, sum í dag eru at síggja.

 

Bjarni Djurholm vísti skemtandi á, at nátthús er tad altíd tørvur, og oftani hevdi hann saknad nátthús, tá hann ferdaist.

 

Tad stjórin á ferdarádnum, Heri Niclasen, sum handadi landsstyrismanninum uppskotid, tá hevur verid Ferdarádid, sum hevur tikid stig til at gera uppskotid.

 

 

 

Verid í Íslandi

 

Arbeidid vid at gera hetta uppskotid fór í gongd í oktober 2000. Tad er ilt at siga, um rættast er at kalla hetta eitt uppskot ella verkætlan, men á tíðindafundinum hósdagin var heitið verætlan nýtt, men í formælinum veður tað rópt uppskot.

 

Hvussu er og ikki við nanvninum, so hevur tað verið Tórálvur Weihe, ið hevur staðið fyri arbeiðinum.

 

Í innganginum nevnir hann eisini, at hetta hevur verið eitt rættiliga drúgt arbeiði. Arbeiðið er framt í samstarvi við Landsverkfrøðingin. Eisini hava ymsir stovnar og feløg verið tikið við uppá ráð.

 

Verkætlanin viðgjørdi tær núverandi umstøðurnar, og gjørdi eisni uppskot um, hvussu bøtast kann um viðurskiftini.

 

Meðan arbeiðið er farið fram, hevur Tórálvur eisni leitað sær til Íslands fyri at hyggja eftir, hvussu íslendingar gera.

 

Á tíðindafundinum hósdagin greiddi Tórálvur frá, at skeltingin sum er ikki er langt av leið, men tað hevur týdning at gera fleiri og betir ávísingar. Eisini vísti hann á dømi um nátthús, sum kundu verið gjørd bæði gott og bíliga.

 

Skilligt var, at allar partar tøktist nøgdir við arbeiðið hjá Tórálvi. Samstundis tykist tað eisini sum um, at hetta uppskot er í tøkum tíma.

 

Hóast tað hevur verið Ferðaráðið og Landsverkfrøðingurin, sum hava samstarvað um at gera hetta uppskotið, so liggur ein stór ábyrgd hjá kommununum.

 

- Tað vera kommununar, sum í síðsta enda koma at hava høvuðs ábyrgdina av, at umstøðurnar verða betraðar.

 

Í uppskotinum eru kort úr at kalla øllum Føroyum, har víst verður á tey núverðandi viðurskifti, samstundis sum víst verður á nýggjar møguleikar.

 

 

 

Neyðugt

 

Ì fororðinum kallar stjórin á ferðaráðnum, Heri Niclasen, verkætlanina fyri eitt átak, fyri at fáa Føroya gjørdar fult tilreiðar at taka ímóti ferðafólki.

 

Á tíðindafundinum vísit stjorin á Ferðaráði Føroya eisini á, at hetta var eitt neyðugt stig, og var eisini glaður fyri tað arbeiðið, sum hann fekk høvi til at handað landsstýrismanninum.

 

Heri Niclasen tók eisini so dýran til, at hann segði seg vóna, at framløgan av verkætlanini vildi skunda undir at fáa framt tey neyðugu átøkini, so vit við góðari samvitsku kundu taka ímóti ferðfólkinum, sum leita sær út um landið.

 

Næsta stigið skulu eftir øllum at døma kommunalir- og landsmyndugleikar taka í felag.