OVASTEVNA
Nógvir bátar plaga at leita sær út til Nólsoyar á ovastevnu, og soleiðis verður ivaleyst aftur í ár.
Stuðulsnevndin hevur hesaferð leigað bátabrúgvar úr Vestmanna, soleiðis at bátarnir fara at liggja betri enn áður.
Unn S. Perdomu, forkvinna í stuðulsnevndini, sigur, at við leigumálinum hava tey eisini sæð seg noydd at taka gjald fyri atløgu, landstreym og vatn á stevnuni hesaferð.
- Vit hava soleiðis gjørt av, at bátar, sum koma á ovastevnu, rinda 350 krónur fyri bátapláss fyri allar stevnudagarnar. Uppi í hesum prísi er atløgupláss, landstreymur og vatn, sigur hon.
Nú Ternan fyrr í summar fór at røkja siglingina um Nólsoyarfjørð, er møguleikarnir at taka bilar og kampingvognar út til Nólsoyar eisini vorðnir nógv betri.
- Vit hava soleiðis skipað eitt kampingøkið uppi í skúlagarðinum, og her taka vit 300 krónur fyri leigu av plássi, sigur hon.
Unn S. Perdomo sigur, at plássið til kamping er avmarkað, og tí heitir hon á fólk, sum ætla sær til Nólsoyar við kampingvogni, um at lata hoyra frá sær.
- Fólk, sum ætla sær til bygdar í báti ella við kampingvogni, kunnu soleiðis ringja til mín á telefon 216313 og biðja um pláss, sigur forkvinnan í stuðulsnevndini.










