Betri umstøður til børn við breki

Ein arbeiðsbólkur hevur handað Kristinu Háfoss og Hans Paula Strøm, landsstýrisfólkum eitt tilmæli um, hvussu umstøðurnar verða betraðar hjá børnum við breki Arbeiðsbólkurin sigur í sínum tilmæli soleiðis:

Børn við breki undir skúlaaldur hava vánaligar umstøður, og tí er neyðugt at fáa til vega nýggj hølir. Ein hædd eigur at verða bygd uppá hølini hjá Sernámsdeplinum, og hjáhús bygd í sama øki. Mett verður, at hæddin sum verður bygd, fer at kosta um 3 ? 3.5 mió kr. og at hjáhúsini, sum kunnu vera góðar 900 m², kosta um 18 mió. kr.

Ein fortreyt fyri hesi byggiætlan er, at grannaognin, ið eru eini sethús, verða keypt. Sethúsini eru á Matr.nr. 1035b, ið er 674 m² í vídd og roknað verður við, at tey kosta millum 2 og 3 mió. kr.

Hetta merkir, at byggistigið í sambandi við afturatbygging, verður í lagi, eins og trupulleikin við parkeringsplássum verður loystur. Teir tríggir stovnarnir, Skúlin á Trøðni, Sernámsdepilin og stuðulsstovan hjá Stuðulsfólkaskipanini kunnu framhaldandi verða har teir eru, og verandi samstarv kann halda fram, mennast og styrkjast.

Bólkurin leggur áherðslu á, at um stig ikki verða tikin til at fara í gongd við hesa ætlan, sum byrjar við byggiætlan 1, so verður neyðugt hjá politiska myndugleikanum at finna eina loysn á hølisviðurskiftunum, tí verandi støða kann ikki standa við.