Vestmanna: Hesa seinastu tíðina hevur verið arbeitt við at bøta um húsini hjá Vestmanna Arbeiðarafelagi.
Tað eru menn hjá teimum báðum timburmeistarunum, Jákup Hendrik Egholm og Sigbjørn Skúvadal sum nú seta hesi húsini í stand, samstundis sum ein skipar húsini so, at tær báðar hæddirnar í bygninginum koma at fylgjast, sum um talan var um eina einstaka lon.
Sum myndin hjá Birgir Waag Høgnesen vísir standa húsini, har skeinkistaðið Bryggjan heldur til, og sum arbeiðarfelagið eisini eigur.
Arbeiðið byrjaði fyrr í vár, men hava teir verið nakað seinkaðir orsakað av vánaliga veðrinum henda farna mánaðin.










