Hoyvík: Tey hava arbeitt við málinum í eina tíð, og nú er enn eitt stig tikið í hesum máli.
Seinasta sunnudag var seinasta møtið hildið í Hoyvíkar skúla, sum tey seinnu árini hevur verið karmur um tiltøkini hjá samkomuni sunnudagar.
Nu sunnudagin verður aftur eitt tiltak, men hesaferð verður møtið hildið í nýggja skúlanum við Løgmannabreyt.
Og her verða umstøðurnar munandi betri:
- Ja, tað var vorðið alt ov trongligt í Hoyvíkar skúla, sigur Jógvan Zachariasen, pastorur í samkomuni.
Eitt Hoyvíksmøti
Samkoman hevur havt ein góðan vøkstur av fólki, síðani møtini byrjaðu í august mánaði í 2001.
- Nú eru vit komin í ta støðu, at samkoman ikki veksur, um vit ikki vaksa meiri um karmarnar, sigur Jógvan Zachariasen.
Í nýggja skúlanum við Løgmannabreyt fær samkoman munandi betri umstøður til tey ymisku tiltøkini, í sambandi við møtini sunnumorgnar.
Hetta hevur aftur skapt møguleikar fyri einum nýggjum møtiformi, sum tikið verður til.
Í skúlanum við Løgmannabreyt verður formurin á møtunum broyttur nakað, men innihaldið verður kortini tað sama.
Sambært heimasíðuni hjá samkomuni fara møtini hereftir at byrja kl. 10:30 við einum familjumøti. Her verður dentur lagdur á kreativa hugleiðing av dagsin teksti fyri børn og vaksin, eins og nógvur lovsangur er á skránni.
Kl. 11 verður tilbiðjannarmøti, samstundis sum barnaansing er á skránni, tiltøk eru í høllini og ein løta verður til kreativt virksemi.
Hálvan tíma seinni er samfelagsløta, har høvið verður at práta saman, áðrenn tað møtið verður, sum tey nú nevna Hoyvíksmøtið.
Her verður lovsongur, tala og annað, samstundis sum sunnudagsskúli, barnaansing og tiltakið UngLív er á skránni, eins og høllin er tøk eftir avtalu.
Samkoman hevur annars í umbúna at byggja nýggjan bygning í Hoyvík. Bæði prosjektering og tekningar eru klárar, men bíðað verður eitt bil við byggingini, inntil fíggingin er í lagi.