Betri tilfar og verri spæl

Egil á Bø er liðformaður á felagsliðnum EB/Streymi. Mikukvøldið skulu hann og liðfelagarnir aftur á Skála at spæla hálvfinalu í steypakappingini:

- Hetta var ikki nóg gott. Um vit skulu í steypafinaluna, er tað neyðugt við betri avriki mikukvøldið. Tað hongur ikki nóg væl saman, og so fella vit til at sparka meiri og spæla minni.

Tilfarið tykist vera gott?

- Vit hava helst betri fólk enn í fjør, men enn hava vit ikki fingið fulla nyttu burturúr tí. Sorin verður saknaður, men tað er ikki øll frágreiðingin, staðfestir Egil á Bø.

Hesa ferð sótu John Heri Dam og Gert Hansen uttanfyri. Gert varð smáskaddur undir venjing fríggjakvøldið, men hann hevði boðað frá, at hann var tøkur. Venjarin valdi tó at hava Brian Olsen á høgra vongverja, og hann stóð seg væl. John Heri Dam hevur verið burturstaddur, men hesa seinastu vikuna hevur hann vant.