Betri útiøki til skúlarnar

Formaðurin í lærarafelagnum heldur, at Føroyar kunnu læra av skúlagørðum í grannalondunum.

- Í nógv ár var asfalteraða fløtan loysnin, ið flestu kommunur valdu. Hetta havi eg ongantíð skilt, tí at íløgan í ein skúlagarð er ein eingangsíløga, sum gagnar skúlanum, næmingunum og grannalagnum í nógv ár. So hví ikki gera útiøkini klár til næmingarnar sum part av skúlabyggingini?, spyr formaðurin í Føroya Lærarafelagi, Jacob Eli S. Olsen á heimasíðuni hjá felagnum.

Sambært honum eiga skúlarnir at syrgja fyri, at trivnaðurin hjá næmingunum er góður bæði í fríkorterunum og í tímunum, og tískil áttu vit at havt góð útiøki til næmingarnar. Her kunnu skúlagarðarnir í grannalondunum geva okkum íblástur, heldur Jacob Eli, ið plagar at vitja skúlagarðar, tá ið hann er uttanlands.

- Ein stórur munur, ið eg havi varnast, er, hvussu nógv skúlarnir í grannalondunum hava gjørt við økini uttan um skúlarnar samanborið við skúlarnar í Føroyum. Skúlarnir hava stór øki úti til næmingarnar at spæla og vera á í fríløtunum. Økini eru bygd serstakt til grunddeild, miðdeild og hádeild. Klatriborgir eru settar upp, og krókar við lívd eru gjørdir, so at næmingarnir hava ríkar møguleikar at vera saman í fríløtunum, vísir hann á.
Hann ásannar, at útiøkini hjá skúlunum eru ment seinnu árini, men vónar at gongdin heldur áfram.

- Eg vóni, at gongdin vil vara við, at kommunurnar gera útiøkini í skúlunum fjølbroytt, hóskandi og avbjóðandi til næmingarnar. Tað vil gagna trivnaðinum hjá næmingunum og okkum øllum, skrivar Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags.