Betri tænasta til ferðafólk

Rutuflúgvingin hjá tyrluni hevur fingið nýggja talgilda bókingarskipan.

Frá í dag av er tað munandi lættari hjá ferðafólkum at brúka tyrlutænastuna hjá Atlantic Airways. Felagið hevur nevniliga í dag tikið í brúk eina talgilda bókingarskipan til rutuflúgvingina hjá tyrluni.


Við nýggju skipanini, avgreiða viðskiftafólk øll síni viðurskifti á alnetinum, umframt at skipanin vísur nær tyrlan flýgur, hvussu nógv pláss eru tøk og loyvir viðskiftafólki at bóka, gjalda, broyta, og avlýsa bókingar døgnið runt. Harumframt fáa ferðafólk nú eini SMS boð, um broytingar verða í ferðaætlanini vegna veður. 


Í tíðindaskrivinum verður eisini upplýst, at Strandfaraskip Landsins hyggur at møguleikanum at innføra líknandi skipanir í samband við aðrar tænastur hjá stovninum.