VIT VILJA GERA STUÐULSSKIPANINA TIL MENTANINA BETRI
At fáa fíggjarligan stuðul til eitt hvørt mentanarligt kann vera ógvuliga trupult, hetta veit eg frá mær sjálvum og frá øðrum, sum hava roynt tað sama.
Tá ið eg í 2007 byrjaði uppá fyrstu bókina, søkti eg um fíggjarligan stuðul úr ymsum grunnum, eg fekk nakað, men tað rakk langt frá á mál. Traðkaði vinnan og tað privata ikki til, bleiv bókin ongantíð til nakað.
Árið eftir setti eg meg við bók nummar tvey, men søgan endurtók seg, stuðulin var lítil, men enn einaferð bjargaði vinnan og tað privata bókaútgávuni.
Eftir hetta gavst eg at søkja fíggjarligan stuðul úr grunnum. Eg vil ikki, at okkara evnaríku, sum liggja inni við góðum hugskotum, verða noydd at virka undir somu umstøðum sum eg, og tí vil eg arbeiða fyri at fáa eina stuðulsskipan, sum arbeiðir skjótt og effektivt og sum tekur hvørja tí einastu umsókn í størsta álvara.
Eg eri vísur í, at nógv góð hugskot detta niður í millum grundað vánaliga stuðulsskipan. Hana fari eg at gera betri.
Birgar Johannessen
Valevni fyri Framsókn









