Høgni Djurhuus
Valevni Sambandsfloksins
í Havn
Tey mugu ofta ganga fram við skúlanum, sum er í grannalgnum fyri at koma til ein skúla, sum liggur longri burtur. Skúlavegurin verður longri og ótryggari, og børnini sum tey spæla við verða ikki tey somu, sum tey ganga í skúla saman við.
Børnini í frammhaldsdeildini hava trupuleikan av teimum trongu karmunum, tí undirvísingartilboðini eru ov fá, tá ið tey skulu velja breytir. Tað eru nú fýra skúlar, sum hava framhaldsdeildir við 2-3 paralelflokkum og valmøguleikarnir eru tilsvarandi fáir. Betri var um hesir vóru samlaðir í ein skúla, so at man har kundi givið fleiri og fjølbrotttari valmøguleikar. So hevði tað ikki verðið neyðugt hjá so nógvum, sum nú, at fari á eftirskúla í Danmark. Ì løtuni er eisini ein missmunur ímillum børnini. Tey sum skulu úr skúlunum í Hoyvík, Kollafirði og Nonnuskúlanum kunu sjálvi velja hvørja framhaldsdeild tey vilja í, meðan børnini úr hinum skúlunum einki val hava. Betri hevði verðið at havt ein stóran felags framhaldsskúla við nógvum og fjølbroytum lærugreinum.
Tær skúlastovur, sum gerast fríar við hesum, skulu nýtast til tey smáu børnini, so at tey sleppa at ganga í skúla í nærumhvørvinum. Tey fáa ein stytri og tryggari skúlaveg. Um tað ikki ber til, mugu smærri skúlar byggjast til tríggjar teir yngstu flokkarnar, har tørvur er fyri teimum.
Tórshavnar Komuna eigur eisini at stuðla arbeiðnum við at umbyggja og nýbyggja skúlar, sum hoyra til landsumsitingina, tekniska skúlan, studenta skúlan og handilskúlan. Alt útbúgvingar, sum viðvíkjandi byggningum eru forsømdar og sum eru sera neyðugar, tá oljuvinnan tekur seg upp her hjá okkum.
Tórshavn 8. november 2000.