Betri sjúkraviðgerð og útbúgvingarmøguleikar

A-liðið vil slóða fyri útbygdum møguleikum fyri útbúgving og heilsurøkt

Framstig eru hend innan útbúgvingarmøguleikar, men vit vilja longur. Føroyskur ungdómur skal hava betri og fjølbroyttari møguleikar at útbúgva seg. Eisini skal granskingarsamstavið við danmark og ES økjast.

Innan heilsurøkt mugu vit koma longur. Ríkissjúkrahúsið er staðið, flestu føroyingar kenna sum møguleikan uttan fyri Føroyar. Eitt fólkafloksumboð á Fólkatingi vil slóða fyri víðkaðum heilsusamstarvi, bæði í Danmark og eisini víðari inn í ES. Vit rinda fyri allar okkara viðgerðir og eiga tí at geva føroyskum sjúklingum eina nógv størri viftu at velja ímillum. Sjúklingar eiga at fáa bestu viðgerð, og tað er ikki altíð Ríkissjúkrahúsið, sum kann bjóða tað.

Okkara heilsustarvsfólk eiga eisini at fáa møguleika at koma á sjúkrahús runt um í Europa. Hetta fyri at menn teirra førleika.

Víðka heilsusamstarv eigur eisini at virka við til at serfrøði úti í heimi kann koma til Føroyar at veita okkum heilsubót.

A-liðið vil víðka um møguleikarnar til útbúgving og tryggja okkum bestu sjúkraviðgerð í Europa.

Fram við A-liðnum