Samlaða úrslitið fyri samtakið var betri enn væntað í fyrra hálvári. Úrslitið fyri samtakið var eitt avlop á 77,6 mió. kr. eftir skatt. Fyri skatt var avlopið 92,7 mió. kr
Tryggingarvirksemið var tó merkt av endurgjaldi til ógvusligar skaðar. Størsta skaðahendingin í søguni hjá Betri Trygging, ein eldsbruni í stórum virkisbygningi í Suðuroy, hevur, saman við tveimum øðrum stórum eldsbrunum, merkt úrslitið hjá Betri Trygging. Úrslitið var eitt lítið avlop á 0,4 mió. kr. móti einum avlopi á 14,4 mió. kr. fyrra hálvár 2016. Hetta verður ikki mett at vera eitt nøktandi úrslit.
Betri Banki hevði eitt betri úrslit enn væntað. Nettoúrslitið var eitt avlop á 87,8 mió. kr. Høvuðsorsøkin til, at úrslitið er betri, eru hægri kursjavningar enn væntað, samstundis sum bankin hevur framt netto afturføringar av niðurskrivingum á lánum.
Nettorentuinntøkurnar vóru lægri enn sama tíðarskeið í fjør. Hetta orsakað av lága rentustøðinum á altjóða marknaðinum og av hørðu kappingini á føroyska peningastovnsmarknaðinum. Bæði útlán og innlán bankans eru vaksin í fyrra hálvári; útlánini við 242 mió. kr. og innlánini við 510 mió. kr.
Pensjóns- og lívstryggingarvirksemið hjá Betri samtakinum, Betri Pensjón, veksur støðugt, og avlopið á 1,8 mió. kr. eftir skatt verður mett nøktandi. Tryggingargjøldini íroknað innskot økjast og vóru góðar 73 mió. kr. fyrra hálvár 2017 í mun til smáar 59 mió. kr. fyrra hálvár 2016.
Fyri árið væntar samtakið eitt avlop á 120 -165 mió. kr. áðrenn skatt.