Betri samband millum Norðurlond og Russland

­ Tað kann ikki góðtakast, at umhvørvisgranskarar úr Norðurlondum verða forðaðir í at granska títtleikan av geislavirkni, tá ið ein altjóða sáttmáli loyvir tí, segði Hannes Manninen úr finska Ríkdegnum á summarfundinum hjá Norðurlandaráðnum í Føroyum.

Samstarvið millum norðurlendsku og russisku politisku myndugleikarnar skal styrkjast. Norðurlandaráðið satsar uppá nærri samband og opið orðaskifti við politikarar í umráðnum við Murmansk.

­ Einki er av størri týdningi enn eitt sunt fólkaræði í okkara nærumhvørvi. Norðurlondini mugu gera alt fyri at stuðla demokratisku menningini í norðurvestur Russlandi, segði Hannes Manninen úr finska Ríkisdegnum á summarfundinum, sum Norðurlandaráðið hevði í Føroyum hósdagin í næst síðstu viku. Manninen hevur eftir áheitan frá nærumhvørvisnevndini hjá Norðurlandaráðnum skrivað ein frágreiðingin um politisku samstarvsmøguleikarnar á Kolahálvoynni.

­ Ikki minst umhvørvistrupulleikarnir krevja eitt betri politiskt samband. Sum politikarar er tað okkara skylda at peika á trupulleikar, sum í dag forða fyri einum konstruktivum samstarvi. Tað kann ikki góðtakast, at umhvørvisgranskarar úr Norðurlondum verða forðaðir í at granska títtleikan av geislavirkni, tá ið ein altjóða sáttmáli loyvir tí. Eg vóni, at vit koma longri í umhvørvisøkinum, til dømis gjøgnum eitt parlamentariskt samstarv innan karmin fyri Barentssamstarvinum, segði Manninen.