Betri ráð til at hækka fólkapensjónina

Í ár er ætlanin at finna politiska semju um, hvussu fyritíðarpensjónistar, heimagangandi, og onnur, kunnu fáa eina veruliga fólkapensjón.

 

Tey, sum ikki spara saman til sína egnu fólkapensjón, skulu hava hægri fólkapensjón.

 

Tað er eitt endamál við eini politiskari semju, Annika Olsen, landsstýriskvinna, ætlar at arbeiða fyri í ár.

 

Nú Løgtingið hevur samtykt, at øll skulu spara saman til sína egnu eftirløn, hava bæði Meginfelag Teirra Brekaðu og andstøðan á Løgtingi, átalað upp á tað harðasta, at hetta er bara galdandi fyri tey, sum eru á arbeiðsmarknaðinum.

 

Tað merkir, at fyritíðarpensjónistar, og onnur, sum ikki eru á arbeiðsmarknaðinum, skulu ikki spara saman til sína egnu eftirløn, men skulu bara fáa vanliga fólkapensjón og Samhaldsfasta.

 

Tey halda, at tað fer at økja um stættarmunin á pensjónistum og tískil hevur Sirið Stenberg, tingkvinna, spurt landsstýriskvinnuna í Almannamálum, hvussu hon ætlar at tryggja hesum pørtum eina munadygga eftirløn.

 

Annika Olsen vísir einum parti av ábyrgdini frá sær, tí hon leggur dent á, at sjálvt tann parturin um at spara saman til sína egnu eftirløn, er ikki hennara málsøki.

 

- Tað er landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, sum hevur lagt ætlanina til rættis um at øll skulu spara saman til sína egnu eftirløn, staðfestir hon.

 

Men hon sigur, at ein orsøk til, at hon fyri einum ári síðani setti ein arbeiðsbólk at gera uppskot til eina nyggja penssjónsskipan, var, at tað er neyðugt er at gera eina pensjónsskipan, sum er fíggjarliga haldfør og sum tryggjar øllum eina rímuliga inntøku, tá tey gerast pensjónistar.

 

Nú øll skulu spara saman til sína egnu eftirløn, merkir tað, at í framtíðini verða tað munandi færri, sum ikki sjálvi hava spart saman til aldurdómin.

 

Hetta ger, at tað fer at bera til at bøta um fíggjarligu viðurskiftini hjá teimum, sum ikki hava spart saman til sína egnu eftirløn, sigur Annika Olsen.

 

Og hon leggur afturat, at í ár er ætlanin at fáa semju ímillum so stóran part av Løgtinginum sum gjørligt um eina nýggja pensjónsskipan, har lagt verður upp fyri, at summi ikki hava sína egnu eftirlønarsamansparing.