Betri pláss undir lúkunum

Trolararnir fáa minni av upsa nú, enn teir hava fingið.
- Nú er betri pláss undir lúkunum, sigur Jason Johannesen, virkisleiðari á Fiskavirking í Saltangará

Fiskivinna

Ametyst og Jaspis landaðu ávikavist í Saltangará og á Toftum mánadagin. Teir høvdu 1600-1700 kassar tilsamans ella eini 160.000-170.000 pund. Mesti parturin av veiðini var upsi.
Fiskavirking í Saltangará keypti upsan hjá báðum skipunum.
Síðsta fríggjadag landaðu eisini Safir og Smaragd til Fiskavirking í Saltangará; teir høvdu umleið 250.000 pund av upsa tilsamans.
Jason Johannesen, virkisleiðari, sigur, at eini 80.000-100.000 pund av veiðini hjá Safir og Smaragd fóru til Vestmanna og eini 30.000 pund til Miðvágs. Restina arbeiddu tey í Saltangará.


Betri pláss

Jason heldur, at fiskiskapurin hjá trolarunum er eitt sindur slakari nú.
- Tað er betri pláss í lastini hjá skipunum nú, enn tað hevur verið, tá ið tey koma aftur av túri. Skipini hava leingi verið full undir lúkurnar, men soleiðis er ikki beint nú, sigur Jason Johannesen.
Hann vónar, at onkur landing verður hósdagin, so fólk sleppa aftur til arbeiðis eftir steðgin, sum verður mikudagin, tá ið grundlógardagur er og hálvur frídagur.