Newcastle hevur í dag leigað Nile Ranger út til Barnsley. Hetta merkir, at tað helst verður betri pláss fyri toftamanninum í Newcastle, Jóan Símun Edmundsson, tá eykaliðið skal spæla komandi tveir mánaðirnir.
Føroyski landsliðsframherjin spældi allan dystin, tá eykaliðið hjá Newcastle í vikuni tapti 3-0 móti Sunderland á Stadium of Light. Hann hevur annars ikki havt so lætt við at vinna sær pláss á liðnum, síðani venjaraskiftið í fjør. Nú er líkt til, at møguleikin hjá Jóan Símuni at fáa spælitíð á næstbesta liðnum verður betri komandi tveir mánaðirnir.
Newcastle hevur nemmiliga útleigað 20-ára gamla framherjan, Nile Ranger, til Barnsley. Ungi framherjin hevur verið nógv frammi alment, eftir nakrar óhepnar myndir við honum og einum skotvápni og vánaligan atburð, tá hann og vinmenn fóru farnir út eitt kvøldi.
Nile Ranger kom á fyrsta sinni á vøllin fyri besta liðið í august 2009, skrivar heimasíðan hjá Newcastle í dag.










