Betri pláss hjá umsitingini

Umsitingin í tí stóru Sunda kommunu hevur nú fingið betri umstøður í húsum sínum.

Higartil hevur umsitingin hildið til á loftshæddini í húsunum á Oyrarbakka. Tá kommunulæknin flutti í heyst, varð avgerð tikin um somuleiðis at nýta hesi hølini í niðaru hæddini til umsitingina.
Hereftir verður móttøkan í hesi hæddini, saman við leiðarunum á teknisku og sosialu deild. Við hesum er eisini vorðið høgligari at koma inn á gólvið hjá teimum illa gongdu og teimum sum sita í koyristóli.