Nýggja eftirlønarlóggávan, sum ásetur, at allir føroyingar skulu hava eina eftirlønarkonto, hevur givið Betri pensjón nógvar nýggjar kundar. Hetta sæst væl aftur í hálvársroknskapinum, har tryggingargjøldini eru hækkaði frá 34,6 milliónum krónum fyrra hálvár í 2013 til 49,2 milliónir krónur. Tað hevur eisini hepnast væl hjá Betri pensjón á fíggjarmarknaðinum hetta hálvárið, har samlaða fíggjaravkastið varð 28,7 milliónir krónur í ár í mun til 16,1 milliónir krónur fyrra hálvár í fjør.
- Nøktandi úrslit og ein stór og støðug tilgongd av nýggjum kundum vísir, at Betri pensjón, við sínum kappingarføru tænastum, er ein kjølfest fyritøka á føroyska pensjónsmarknaðinum, sigur Mortan Poulsen stjóri í Betri pensjón.