Betri møguleikar at lata seg kanna í dag

Heilsumálaráðið sigur í morgun, at tað eru nógv fólk, sum vilja at lata seg kanna fyri koronu, nú smittan aftur er farin at gera um seg í Føroyum.

 

Tí hevur Sjúkrahúsverkið víðkað upplatingartíðirnar fyri koronukanningum á øllum trimum kanningarstøðum í dag.

 

Kannað verður hesar tíðir í dag, annan hvítusunnudag:

 

Klaksvík 8.00 – 12.15

 

Tórshavn 17.00 - 19.30

 

Trongisvági 8.00 – 10.00 & 13.00 - 14.00