Betri møguleiki fyri stigi

U19-landsliðið spælir triðja og síðsta EM-undandystin í morgin. Les samrøðu við ein spælara her.

Føroyska U19-landsliðið hjá monnum spælir í morgin triðja og seinasta dystin í EM-undanbólkinum, sum verður spældur í Írlandi. Í fyrstu tveimum dystunum er tað blivið til 5-0-tap fyri Hollandi og 3-0-tap fyri Írlandi.


Seinasti dysturin verður spældur í morgin kl.13.00, og hann er ímóti Bosnia-Hersegovina. Føroyski hópurin sær góðar møguleikar fyri einum betri úrsliti í hesum dystinum.


- Vit hava góðar vónir. Vit hava sæð nøkur sjónbond av teimum, og tað vísir seg, at teir eru ikki líka góðir sum Írland og Holland, greiðir ein av føroysku leikarunum, Hanus Sørensen, frá.


- Men sum í øllum øðrum dystum, so eru vit tað liðið, sum kann yvirraska, og vit geva okkum altíð 100% hóast vit ikki hava nakað at spæla um. Vit síggja ein góðan møguleika at fáa øll trý stigini, sigur Hanus.


Hanus Sørensen er í ”fimm skjótir” í Sosialinum í dag, har hann eitt nú eisini greiðir frá hvussu tað gongur hjá honum í FC Midtjylland og hvat dreymurin hjá honum er á fótbóltsleiðini.