Á seinasta bygdaráðsfundi varð samtykt at fylgja tilmælinum frá Trivnaðarnevndini um eitt slíkt kampingpláss á Selatrað. Her finst er eitt stórt øki, sum er klárt at taka í nýtslu.
Malena Thomsen, borgarstjóri, sigur, at tað er stórur saknur á einum kampingplássi í vøkru náttúruni á Selatrað.
-Á Selatrað er góður sólargangur, og bygdin er sera hugnalig, sigur hon sambært heimasíðuna hjá kommununi.
Í fyrstu atløgu verður vatn og streymur lagdur til økið, somuleiðis sum eitt vesi og brúsubað skal gerast á økinum. Hetta er neyðugt fyri at plássið kann verða góðtikið. Eins og við hotellum, fáa kampingplass stjørnur, og fyri at fáa fyrstu stjørnuna skal økið hava vatn, streym, vesi og brúsu. Pláss verður fyri 20-30 húsvognum á økinum, og borgarstjórin gleðir seg at taka ímóti gestum, ið koma hendan vegin við húsvogni.
- Vit hava ofta fingið spurningar frá fólki um kampingpláss í kommununi. Tí vóni eg, at føroyingar eins og útlendingar taka væl ímóti hesum møguleikanum, sigur Malena Thomsen.