Í betri lag av at drekka kaffi

Tey, sum hava saknað eina góða umbering fyri at drekka kaffi, hava nú fingið eina, tí nýggj gransking vísir, at koffein gevur fólki eina meiri jaliga uppfatan av gerandisdegnum.

Tað eru granskarar á lærda Ruhr-háskúlanum í Týsklandi, sum eru komnir til hesa áhugaverdu niðurstøðuna. Kanningin varð gjørd á tann hátt, at 66 fólk vórðu sett at finna jalig og neilig orð í nøkrum brøvum á einari teldu. Áðrenn tey fóru í gongd, fekk helvtin av luttakarunum eina tablett við 200 milligrammum av koffeini, og hin helvtin fekk eina tablett við ongum koffeini. 200 milligram av koffeini svarar til tveir ella tríggjar koppar av kaffi.

Kanningin vísti, at tey, sum høvdu fingið tablettir við koffeini í, funnu sjey prosent fleiri jalig orð í brøvunum enn hini. Tað skrivar Ritzau.