Higartil hevur tað verið rættiliga strevið hjá B68 í landskappingini. Mikukvøldið glapp tað, tá ið tað eydnaðist at vinna fjórðingsfinaluna í steypakappingini á Svangaskarði 4-3 ímóti ÍF. Ta ferðina vístu toftamenn hugburð og avrik, sum teir ikki áður hava víst, síðani teir fluttu upp aftur í bestu deildina.
Avrikið og úrslitið mikukvøldið bera mót við sær um, at tað kann ganga øðrvísi, enn tað gjørdi fyri viku síðani, tá ið B68 á Svangaskarði rættiliga varð sett upp á pláss av HB, sum vann 4-0. Fyrsti møguleikin í landskappingini at prógva hetta verður seinnapartin, tá ið KÍ kemur at vitja.
Fleiri B68 spælarar dragast við skaðar, men allir teir, sum vóru á vøllinum mikukvøldið, eru tøkir í dag.
Í Klaksvík er lagið framvegis hampuligt, hóast marginalirnir avgjørt ikki hava verið við tvær tær seinastu ferðirnar. Tá hava fýra stig verið undir borðinum, men úrtøkan var bara eitt stig – javnleikurin í Runavík.
-Vit harmast um, at tað ikki hevur myndað seg soleiðis, sum vit halda okkum hava havt uppiborið, men vit fella ikki í fátt, og sjálvandi ætla vit okkum trý stig á Toftum, sigur Eyðun Klakstein, venjari hjá KÍ.
Tað er stór kapping um plássini í Klaksvík, og tí er tað ikki óhugsandi, nú tá ið tað ikki hevur gingið eftir vild, at onkrar broytingar verða gjørdar í dag.