Betri kor til pensjónistar

Vit verða øll noydd at viðurkenna, at lívið byrjar við gitnan, segðí Poul Jóhan Djurhuus á landsfundi Miðfloksins Ein av veteranunum í Miðflokkinum, sumhevur verið við frá byrjan, er Poul Jóhan Djurhuus. Eisini hann tók orðið á landsfundinum.

Hann fegnaðist um framgongd floksins og ynskti til lukku við 15 ára degnum.

Haldið fram at vera ein rødd á Føroya løgtingi um tey kristnu virðini, segði Poul Jóhan.

Viðvíkjandi fólkapensjónini vil eg siga, at hon er als ikki nokk at liva av hjá pensjónistunum, tí mugu vit í Miðflokkinum vera við til at lyfta pensjónina upp á eitt gott og gagnligt støði, segði hann og skjeyt upp:

Hví ikki minka um mvg og oljugjaldið hjá pensjonistunum?

Hann nam eisini við brennandi spurningin um fría fosturtøku.

Tað, sum er galið er, at fólk síggja ikki, at lívið byrjar við gitnan ? tí er tað eitt menniskjalív, sum vit drepa í móðurlívi, vísti Poul Jóhan Djurhuus á.

Eins og so nógv onnur, var hann væl nøgdur við arbeiði, flokkurin hevur gjørt, og tað, tingmenn floksins hava útint.

Vit hava nógv at vera nøgdir um ? takk fyri, segði Poul Jóhan Djurhuus at enda.