Betri Pensjón er í dag komið alment á marknaðin. Samstundis er nýggj heimasíða latin upp
Slakar fýra mánaðir eftir at boðað varð frá nýggja pensjónsfelagnum, er Betri pensjón farin til verka. Allir smálutir eru fingnir á pláss, og Betri pensjón bjóðar eftirlønar- og tryggingarskipanir.
- Alt gongur eftir ætlan. Felagið er klárt og farið til verka, og vit kunnu nú skráseta kundar í okkara skipan, sigur Mortan Poulsen, stjóri í Betri pensjón í tíðindaskrivi.
- Tað er ómetaliga stuttligt at síggja stóra ansin, ið einstaklingar av sínum eintingum hava víst okkum, longu áðrenn vit eru byrjað. Eisini fegnast vit um, at vit samskifta ógvuliga væl við fakfeløg og fyritøkur. Longu nú er klárt at taka støðu til ítøkilig tilboð til stórar starvsbólkar, sigur Mortan Poulsen. Sambært stjóranum er áhugin nógv størri enn væntað.
Á betri.fo ber nú til at fáa ítøkiligt innlit í tænasturnar, tilboðini og áhugaverda íløguleistin hjá Betri pensjón. Har kunnu fólk royna at rokna sína egnu eftirløn út við einum pensjónsroknara.
Í heyst kunnu fyrstu kundarnir hjá Betri pensjón sjálvir logga seg á og fylgja við sínum samansparingum og tryggingum.










