Seinnapartin vera fýra dystir leiktir í Betrideildini hjá monnnum.
Klokkan 14.45 byrjar dysturin við Stórá í Trongisvági. Klokkan 15 byrja tveir dystir. Teir eru Víkingur-FC Suðuroy í Sarpugerði í Norðragøtu, og 07 Vestur-B68 á Dungasandi í Sørvági. Klokkan 17.15 byrjar dysturin við Løkin í Runavík millum NSÍ og HB.
KÍ og Víkingur hava risastórar favorittstøður hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dagsins dystir í Betrideildini.
NSÍ hevur eina rættiliga greiða favorittstøðu, meðan 07 Vestur hevur eina minni favorittstøðu.
HER eru miðaloddsini upp á teir fýra dystirnar, ið vera spældir í dag:
##med2##