Betri hagreiðing av tilfeinginum

Útnorður gerst ein týðandi partur í arbeiðnum hjá norðurlendkau stjórnunum
komandi árið. Hetta váttaði íslendski forsætisráðharrin Davið Oddson tá hann
legði fram íslendsku ætlanina fyri samstarvi.

Oslo: Íslendski forsætisráðharrin Davið Oddsson legði á norðurlandaráðsfuninum í
Oslo mánadagin fram ætlan Íslands fyri komandi ár. Ísland skal hava formannskapin
í Norðurlendska Ráðharraráðnum í 2004.
Ísland velur at kallað sína ætlan "Norðurlendskt tilfeingið ? fólkaræði,
mentan og náttúra". Davið Oddsson sigur, at endamálið er betri at hagreiða tað,
sum býr í fólki, náttúruni og í tí norðurlendska fólkaræðnum.
- Grannalandapolitikkurin í norðurhøvum fær stóran týdning hetta komandi árið,
meðan Ísland hevur formannskapin í Ráðharraráðnum.
Hann sigur at Ráðharraráði hetta komandi árið skal brúka nógva tíð til at
menna samsatrvi við grannalondini hjá Útnorðuri. Talan er um at royna at finna
eitt gott samstarv við Nunavut og Nunavik í Kanada, Skotland, skotsku
oyggjalondini, Írland og Norðurírland.
- Fyri øll hesi londini hevur havumhvørvi sera stóran týdning, vit hava øll
skyldu til at gera okkara besta fyri at varveita havumhvørvi, og vit noyðast at
samstarva fyri at hetta skal gerast uppá besta máta, segði Oddson.
Hann vísti millum annað á veðurlagsbroytingar, og hvat hetta hevur at siga fyri
alt livandi í havinum. Havumhvørvi og orkubúskapur vera høvuðsevni fyri eini ráðstevnu sum Ísland skal skipa fyri komandi vár.