Betri enn Nyrup

Samráðingarandin var góður, men eingi úrslit vóru at peika á, tá landsstýrisfólk hittu danska løgmálaráðharran

Føroysku landsstýrisfólkini róstu einum stórsmílandi Frank Jensen eftir fundin í Tinganesi í mánadagin.

Samráðingarandin hevði verið góður, og stundir vóru eisini til at skemta sær, helt Høgni Hoydal fyri, tá hann setti hol á tíðindafundin tíðliga mánakvøldið.

Meira enn eina ferð undir tíðindafundinum róði varaløgmaður fram undir, at úrslitið av fullveldissamráðingunum helst hevði verið øðrvísi, um tað var danski løgmálaráðharrin og ikki danski forsætisráðharrin, sum ráddi fyri borgum, tá tað snúði seg um Føroyar.


Smá fet ella eingi

Tá Høgni Hoydal varð spurdur, hví hann helt tað, var hann skjótur at draga í land og helt fyri, at tað skuldi hann ikki takast til inntøku fyri at siga.

Eisini danski løgmálaráðharrin helt, at talan var um samráðingar við einum góðum tóna, men báðir partar høvdu trupult við at peika á ítøkilig úrslit av positiva andanum.

Frank Jensen tosaði um smá fet, meðan Høgni Hoydal og Helena Dam á Neystabø hildu, at eingin var komin úr stað undir samráðingunum