Mezzocorona, Italia: Á seinastu venjingini undan Challenge-Trophy kappingini í Italia høvdu vit eitt stutt prát við Gunnleyg Berg, sum var føroyskur liðskipari á ferðini.
Millum annað segði hon ta ferðina, at hon helt tað avgjørt vera neyðugt við slíkum avbjóðingum til eitt føroyskt kvinnulandslið, men samstundis legði hon dent á, at hon einki visti um støðið í kappingini, og at hon tí ikki kundi siga so øgiliga nógv um, hvat var í væntu.
Akkurát tað
Men nú fimm dagar seinni, er einki at ivast í, at talan var um hondbólt á einum støði, ið var sum skapt til føroyska liðið. Liðið fekk ikki færri enn fimm harðar dystir, har endaliga úrtøkan gjørdist silvur, og nógv meira enn tað, ber væl illa til at krevja. Ikki minst tá tær í finaluni hittu eitt italskt lið, sum í roynd og veru var alt ov sterkt til at taka lut í kappingini.
- Hetta var akkurát nakað, sum hóskaði væl til okkum. Sjálvt um tað bara var eitt lið, sum var betri enn vit, so høvdu vit alla tíðina harða mótstøðu, soleiðis at fingu eina rúgvu burturúr hvørjum einasta dysti. Nógv betri enn t.d. ein HM-dystur móti Svøríki, har vit í besta føri kunnu hugsa um at avmarka tapið.
- Og samstundis hevur hetta verið ein risa-uppliving fyri okkum. Vit vistu jú einki sum helst um nakað av londunum, tá vit komu, og so at uppliva dystirnar og koma at práta við hini liðini, var veruliga stuttligt.
Trúgvin eftir fyrsta dystin
Hóast tað illa bar til at gita nakað um føroysku møguleikarnar undan kappingini, so mundi fyrsti dysturin móti Belgia tó geva eina ábending um, hvat var í væntu. Ikki minst tí Belgia fyri tveimum árum síðani endaði á øðrum plássi í kappingini.
Talan gjørdist tó um ein tryggan sigur í tí dystinum, og eftir hetta sigur Gunnleyg, at tær av álvara fóru at trúgva uppá eitt gott úrslit.
- Tá vistu vit í øllum førum, at vit væl kundu vera við, og so var tað bara at koyra á alla tíðina, heldur hon, og roynir samstundis at sníkja se uttanum spurningin, sum varð settur, um hvussu tað kendist at vera kosin besti strikuspælarin í kappingini.
Tilvildin spælir við
Gunnleyg hevur hesi seinnu árini leikt hondbólt í Danmark, og tað er einki at ivast í, at hon her hevur gjørt stór framstig.
Spurd, um ein slík uppliving sum hendan kann eggja henni til at gera enn meira við hondbóltin, er hon tó eitt sindur ivandi.
- Bæði og. Eg ætli mær so í øllum førum at halda fram á tí støðnum, har eg nú spæli. Men spurningurin er, um eg eri før fyri at gera meira. Við venjing fimm ferðir um vikuna er í øllum førum sera trupult at seta meira tíð av til hondbóltin, tí skúlin má jú eisini prioriterast.
- Hinvegin skal man ongantíð siga ongantíð. Kemur onkur óvæntaður møguleiki um at gera meira við hondbóltin, so kann væl vera, at eg taki av, men tað er ikki til at siga, um slíkir møguleikar koma. T.d. fekk eg mest sum av tilvild ein einastandandi møguleika fyri nøkrum árum síðani, tá eg spældi eitt ár í Íslandi, so hvør veit, sigur hon at enda.
Mynd: Gunnleyg Berg
Hetta er nógv betri enn t.d. ein HM-dystur móti Svøríki, har vit í besta føri kunnu hugsa um at avmarka tapið, helt Gunnleyg Berg, tá silvurmerkin í Challenge-Trophy kappingini vóru veruleiki