Betri eftirlit við veiðitjóvum

Í Noregi hevur fiskiveiðieftirlitið roynt eina skipan, sum skal geva myndugleikunum betri eftirlit við øllum fiskiskapi. Endamálið er at avdúka ólógligan fiskiskap og at forða slíkum.

Skipanin ber í sær, at veiðidagbøkurnar hjá skipunum verða elektroniskar, og at eftirlitið kann hyggja í dagbøkurnar hvønn dag umvegis alnótina. Í dag verða dagbøkurnar bara kannaðar, tá menn hjá eftirlitinum fara umborð á skipini, og tað ger, at yvirmenninir kunnu broyta upplýsingarnar, skrivar Dagsavisen. Men við teirri nýggju skipanini fer tað ikki at bera til, skrivar blaðið.

-Tann nýggja útgerðin ger, at eftirlitsmenninir vita, hvussu nógv eitt skip hevur fiskað, longu áðrenn teir fara umborð, sigur Gunnstein Bakke hjá norska fiskiveiðieftirlitinum. Hann heldur, at tann nýggja skipanin er eitt týðandi stig í royndunum at steðga ólógliga fiskiskapinum í Barentshavinum.