Betri eftirlit við tangaskipum

Spania og Frakland fara nú at skipa reglur um oljuflutning nærhendis landi.

-Vit hava tikið avgerðina, tí nú er nóg mikið, segði franski forsetin, Jacques Chirac, á einum tíðindafundi í spanska býnum Malaga, har hann hevði tosað við spanska forsætisráðharran, Jose Maria Aznar, um dálkingina frá tangaskipinum "Prestige", sum sakk úti fyri sponsku útnyrðingsstrondini.

Bæði Frakland og Spania hava fyrr kent sviðan av tangaskipum, sum eru farin at leka, ella sum eru farin á land, og spanska stjórnin kunngjørdi fyrradagin, at í framtíðini verða tangaskip kannað, eru tey minni enn 32 fjórðingar úr sponsku strondini. Skipanin kom í gildi longu í gjár, og hon umfatar skip, sum eru eldri enn 15 ár, og sum hava einkultan skrokk. Skipini skulu upplýsa, hvønn farm tey hava, hvaðani tey koma og hvagar tey skulu, hvørjum flaggi tey sigla undir, og hvat útgerðarfelag tey hava. Skip, sum verða hildin at vera ov vandamikil, fáa boð um at halda seg longur úr landi.

Fronsku myndugleikarnir hava tikið undir við sponsku avgerðini, og hon fer tí eisini at galda tangaskip, sum koma í franskan sjógv. Vanligt er, at ES-londini hava felags reglur á slíkum økjum, men myndugleikarnir í Madrid og París hava boðað frá, at teir hava ikki stundir at bíða eftir einari møguligari avgerð í Bruxelles.