Betri eftirlit við bústaðarbygging í Tórshavnar kommunu

Sýns- og metingarskráir vísa, at tað er neyðugt at herða eftirlitið við bústaðarbygging í høvuðsstaðarkommununi Í Torkilsgøtu og Jørundargøtu í Hoyvík eru meiri enn 30 sýns- og metingarskráir skrivaðar, og niðurstøðan er, at húsini eru ikki gjørd eftir forskriftunum, og tí er fuktur í teimum.

Á Dýrindalsvegi er øll bygging steðgað fyribils, eftir at ein sýns- og metingarskrá sáar iva um, hvørt arbeiðið er gjørt eftir forskriftunum.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur við Útvarpið, at hann er til reiðar at gera alt, so at arbeiðið verður seinkað minst møguligt. Hinvegin dugir hann ikki at siga, hvussu nógv byggingin verður seinkað.