Á oyggjaleikum hava føroysku flogbóltskvinnurnar fingið dyggan stuðul frá eini áskoðarafjøld, sum aloftast hevur verið bæði harðmælt og fjølment.
Tað vónar Margit Joensen sjálvandi eisini, at fjøldin verður um vikuskiftið, men hon fær illa svarað annað enn játtandi, tá spurt verður, um tað var betri, um dystirnir vórðu spældir á bygd heldur enn í Havn.
- Ja. Eg skal absolutt ikki siga nakað negativt um tað, at vit spæla í Havn, tí bara tað at spæla á heimavølli er stórt. Men veruleikin er samstundis, at eingin á liðnum er úr Havnini. Og hartil hevur Havnin ikki ta stóru siðvenjuna viðvíkjandi flogbóltsáskoðarum. Har verður aloftast gjørt nógv burturúr á bygdunum.
- Men vit vóna kortini, at stuðulin verður góður. Nú er talan um dystir um eitt vikuskifti, so tað ber kanska betur til hjá fólki at koma til Havnar. Og hóast vit ikki kunnu rokna við, at fjøldin verður eins stór allar dystirnar – til dømis leygarmorgun – so rokni eg við, at nakað av áskoðarum verður. Undir øllum umstøðum hava vit tørv á góðum stuðli, sigur Margit Joensen.










